Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyskur skipari bjargaði fiskifari í havsneyð

Jóin Ellingsgaard og manning hansara bjargaðu fyrradagin fimm mans av manningini á einum brasilskum fiskifari, sum var sokkið

Um 20 tíðina lokala tíð fyrradagin uttan fyri Rio í Brasil fekk radiotænastan hjá offshore felagnum PGS boð um, at fiskifarið Safadi Seif var í havsneyð.

Tað var fiskifarið Augusto C, ið sendi boðini víðari til PGS og gjørdi greitt, at Safadi Seif var í ferð við at søkka.

PGS hevði einki neyðarkall fingið frá Safadi Seif, men avgjørt varð at senda boð eftir skipum har nærhendis, og endin varð, at føroyska supply skipið Thor Frigg fór á leiðina, har Safadi Seif seinast var sæddur.

Sambært PGS eydnaðist tað ikki at fáa radiosamband við Safadi Seif, og Thor Frigg setti leiting í verk.

Eftir midnátt komu boð frá einum bjargingarflogfari, ið helt seg hava borið eygað við bjargingarbátin hjá Safadi Seif, og boðini vórðu send víðari til Thor Frigg.

PGS sigur, at  árvaknið hjá manningini umborð á Thor Frigg hevði við sær, at manningin fekk eyga á blunkandi ljós á sjónum, og hetta vísti seg at vera bjargingarbáturin hjá Safadi Seif.

Hóast veðrið ikki var av tí besta, eydnaðist Thor Frigg at fáa manningina á Safadi Seif – sum tá taldi fimm mans – umborð á Thor Frigg, og siglt varð í havn í Itajaí, sum liggur miðskeiðis millum Porto Alegre og Sao Paolo.

Tað vóru átta mans umborð á Safadi Seif, ið fekk ein sjógv fríggjadagin í farnu viku. Skipið legði seg so mikið nógv á síðuna, at tríggir mans lupu fyri borð. Teir vóru ikki í bjargingarvestum.

Teir fimm, sum vóru eftir umborð, bíðaði eftir, um skipið fór at rætta seg upp aftur, men tað hendi ikki, og skipið sakk.

Les eisini...  Meira smolt – færri góðskaðar vørur

– Teir fimm menninir greiddu frá, at teir lógu í sjónum og bíðaðu eftir, at bjargingarbáturin skuldi flotna, og tað gjørdi hann so eina løtu seinni, sigur Jóin Ellingsgaard við FM1.

Manningin á Safadi Seif fekk góða røkt frá Jóin Ellingsgaard, skipara á Thor Frigg, og restini av manning hansara, og sambært PGS høvdu fiskimenninir tað eftir umstøðunum gott.

Eitt samdøgur seinni varð ein maður funnin í sjónum, og hann var til alla lukku á lívi.

Hesin maður hevur greitt frá, at teir tríggir, ið lupu fyri borð, hildu seg saman í sjónum, men eftir fleiri tímar góvu tveir teirra upp og sleptu, og hann sá teir ikki aftur.