Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kommuna kannar vatngóðskuna til útisvimjing og dypping

Tórshavnar kommuna kannar vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har fólk svimja og dyppa

Tórsahavnar kommuna kannar í summar vatngóðskuna í teimum økjunum, har útisvimjing og dypping er á skránni.

Kommunan mátar innihaldið av skarnbakterium og sjónligari dálking í vatni og framvið sjóvarmálanum.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Kanningarnar verða gjørdar aðruhvørja viku, og kunning hesum víðvíkjandi verður lagt út í heimasíðuna hjá kommununi.

Eisini sigur kommunan, at vita fólk um pláss, har fólk regluliga dippa ella svimja á sjónum, so frættir kommunan fegin frá fólki. Til ber at skriva okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo við nærri frágreiðing um plássið og nýtsluna. Kommunan skrivar, at frægast er, at tú tekur mynd av plássinum og frámerkir plássið á korti.

– Minst til at viðmerkja “Vatngóðskukanning” í evnisteigin á teldupostinum, skrivar kommunan.

Her ber til at síggja vatngóðskuna í Tórshavnar kommunu:

Soleiðis er vatngóðskan til útisvimjing í løtuni