Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna undir samráðingar um bústaðarbygging á Argjum

Bert eitt tilboð kom inn upp á at byggja íbúðarhús á Argjum, og farið verður nú undir samráðingar við tilboðssetaran

Bert eitt tilboð kom inn at byggja nýggjar íbúðir á einum øki oman fyri Argjahamar, eftir at kommunan í apríl mánaði beyð økið út til bygging.

Tilboðið er frá Jóan Petur Vang við Kontrast sum ráðgeva, og endaligi søluprísurin hjá kommununi fyri økið er settur at vera 6.231.447 krónur.

Býráðið samtykti í gjár at fara undir samráðingar við Jóan Petur Vang um lendið og verkætlanina, og sambært gerðabókini hjá býráðnum hevur Jóan Petur Vang tvey uppskot til, hvussu verkætlanin kann fremjast.

Onnur, sum inniber trý íbúðarhús við 11 íbúðum í hvørjum húsi millulm 75 og 11 fermetrar, uppfyllir ikki krvini í útbjóðingartilfarinum, men er meira einfalt í sniði og og byggifrøðiligum loysnum.

Hitt uppskotið er við átta íbúðarhúsum við fýra íbúðum í hvørjum. Hetta uppskotið uppfyllir betri krøvini í útbjóðingartilfarinum. Íbúðirnar í hesari loysnuni eru millum 77 og 105 fermetrar. 

Neyðugt verður við serstakari byggisamtykt, og arbeiðið at gera serstøku byggisamtyktina verður sett í gongd beint eftir summarferiuna, stendur í gerðabókini.