Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrið fer at luttaka á komandi Nato-toppfundi

Í svari til Jenis av Rana, sigur løgmaður, at Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski á fundum við danskar myndugleikar, um at taka lut á viðkomandi Nato fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá

Í einum grein 52-fyrispurningi vildi Jenis av Rana, løgtingsmaður í Miðflokkinum, hava at vita frá løgmanni, hvussu langt ætlanir eru komnar um at senda ein føroyskan “ministara”, soleiðis sum løgmaður málbar seg í útvarpinum herfyri, saman við danska uttanríkisráðharran á Nato-toppfundir.

Í dag svarar løgmaður upp á fyrispurningin, har Aksel V. Johannes sigur, at Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski um at taka lut á viðkomandi Nato fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá.

– Seinast hetta varð ført fram var á samstarvsráðsfundinum í Nuuk herfyri. Í samsvari við, at NATO í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir, sigur løgmaður millum annað í aftursvarinum.

Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, hvør í landsstýrinum fer avstað til komandi Nato-toppfund í Vilnius fyrst í juli mánaði.

Aksel V. Johannesen svarar, at til hetta slag av fundum, so verða tað ávikavist løgmaður sjálvur og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum fara at taka lut og umboða Føroyar á Nato-fundinum.

Í triðja føri vildi tingmaðurin fyri Miðflokkin hava svar upp á, um hetta – við at senda “ein ministara” avstað til toppfundin – ikki var at javnseta føroyskar “ministara” við donsk embætisfólk, og um hetta ikki eitt nú átti at leggjast fyri Uttanlandsnevndina til ráðførðslu og/ella fyri Løgtingið.

Løgmaður svarar, at hesin spurningur hevur ikki umrøddur, og at hetta kemst av, at ítøkiliga málið um føroyska luttøku ikki er liðugt viðgjørt enn.

Les eisini...  Fremmandur maður í húsinum

Nato-toppfundurin í Vilnius í Litava verður í døgunum frá 11-12 juli.