Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leygardagin sendir FM1 frá Jóansøkuni á Tvøroyri millum klokkan 13 og 15 og seinni frá klokkan 17.30 til 21

Rúni á Reynatrøð verður reportari hjá FM1. Rúni fer klokkan 18.30 at seta sjóneykuna á fótbóltin og hava upptakt frá við Stórá í Trongisvági, og klokkan 19 fer hann at siga beinleiðis frá dystinum millum TB og AB.