Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Haakon Lunov: Avrikið í fyrra hálvleiki var út av lagi vánaligt

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í 3-2 sigrinum hjá HB á KÍ norðuri í Klaksvík. Hoyr Regin taka samanum dystin. Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Haakon Lunov, ið heldur, at avrikið í fyrra hálvleiki var út av lagi vánaligt. Um trýstið sigur Haakon Lunov, at tað er ikki størri enn tað hann leggur á seg sjálvan. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við ein fegnan 3-1 málskjútta hjá HB, Hanus Sørensen, ið stórfegnast um triðja sigurin á HB higartil í 2024, ein í landskappingini, stórsteypadystin og nú í kappingini um løgmanssteypið.

Myndir: Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen