Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sirið: 14 fólk við fjølbreki fáa umlætting

Í løtuni fáa sjey vaksin og sjey børn við fjølbreki umlætting frá Almannaverkinum. Men í summarfrítíðini verður tænastan umløgd, har tey vaksnu fáa fleiri umlættingardagar enn børnini

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú svarað Árna Skaale,løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, ið spurdi landsstýriskvinnuna ein grein 52-fyrispurning, um hvussu nógv fólk fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegna fjølbrek.

Sirið Stenberg svarar, at Í løtuni fáa í alt 14 fólk við fjølbreki umlætting frá Almannaverkinum. Av hesum eru sjey vaksin og sjey børn.

Eisini vildi Árni Skaale fáa at vita, um tað er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tað vil siga, hvussu nógv verður játta til hvønn?

Landsstýriskvinnan svarar, at “talið av umlættingardøgum er ymiskt, alt eftir um talan er um vaksin, sum enn búgva heima hjá foreldrum og standa á bíðilista til búpláss, ella um talan er um børn.

Atlit verður eisini tikið at netverkinum hjá umsøkjaranum. Eitt nú um tann, ið varðar av persóninum, er einsamallur um viðkomandi, og um onnur systkin eru, sum hava serligan tørv.

Fyri tey vaksnu er umlættingin í høvuðsheitum skipað soleiðis, at tey, sum standa á bíðilista til búpláss og hava stóran tørv á búplássi, fáa játtað umlætting umleið annaðhvørt vikuskifti.

Nøkur teirra fáa eisini umlætting mitt í viku. Vaksin sum ikki standa á bíðilista til búpláss fáa játtað umlætting eitt langt vikuskifti um mánaðin.

Tænastan til børn verður í høvuðsheitum skipað við tveimum døgum í umlætting mitt í viku, umframt eitt vikuskifti um mánaðin.

Eyka umlætting verður veitt bæði børnum og vaksnum, í tann mun tað letur seg gera. Er talan um sjúku hjá avvarðandi, verður umlætting altíð veitt.”

Í spurninginum um tey, sum liva saman við fjølbrekaðum , fáa tilboð um longri samanhangandi tíðarbil við umlætting, t.d. feriur og líknandi, so svarar Sirið, at Í summarfrítíðini verður tænastan umløgd, so at tað er møguligt at veita umlætting í fleiri samanhangandi dagar, har tey vaksnu fáa fleiri umlættingardagar enn børnini.

Les eisini...  Fyrrverandi HB-venjari til IFK Göteborg

Annars verður umlætting veitt eftir ynskjum hjá avvarðandi í tann mun tað letur seg gera. Í juli og í august, tá hendan umlættingin verður niðurløgd og summarumlætting verður skipað til børn og vaksin – bæði tey við fjølbreki og onnur í umlættingarskipanini.

Í spurnnginum, um starvsfólkastøðan á umlættingarøkinum er nøktandi, so svarar Sirið Stenberg, at starvsfólkastøðan á økinum er sum heild nøktandi.

“Av tí at talan er um fólk, ið eru illa fyri kropsliga og samskiftisliga, og lutfalsliga væl fyri kognitivt, eru tey tengd av at hava starvsfólk um seg, ið tey kenna væl.

Møguleikarnir at nýta avloysarar eru tí avmarkaðir, tá starvsfólk skulu í feriu, og tað ger, at eingin umlætting er ein part av juli mánað, tá avvarðandi annars ynskja nógva umlætting”, sigur Sirið Stenberg í aftursvarinum til fyrispurningin frá Árna Skaale, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin.