Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tjóðveldisfólk spyrja um vetrarfrí hjá skúlanæmingum

Bæði Liljan Weihe og Eirikur í Jákupsstovu vilja vita, hvussu gongur við ætlanunum at skipa fyri vetrarferiu í skúlunum komandi ár

Vetrarferia er eftir øllum at døma ein spurningur, ið liggur frammaliga í huganum í Tjóðveldi, tí ikki bara ein – men tveir – tinglimir fyri Tjóðveldi hava nú sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum fyrispurning um, nær ætlanin er at skipa fyri vetrarferiu hjá skúlanæmingum, og hvussu hendan vetrarferian skal skipast.

Tað eru Eirikur í Jákupsstovu og Liljan Weihe, sum hvør í sínum lag hava sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning, har spurt verður, hvussu tað gongur við ætlanunum at skipa fyri vetrarferiu.

Bæði tvey vísa á, at landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt, at ætlanir eru við at skipa fyri vetrarferiu í 2024.

Liljan Weihe vísir harumframt á, at hjá nógvum foreldrum er torført at fáa endarnar at røkka saman við at fáa børnini ansað í langu summarfrítíðini, sum er átta vikur, tí foreldur hava ikki átta vikur í feriu.

Og tað eru eisini fleiri, ið eru áhugað í at fáa vetrarfrí, sigur Liljan Weihe.

-Hjá næmingum kann tíðin frá jólum til páskir ofta tykjast drúgv og myrk. Tí hevði ein steðgur á eina viku komið væl við hesa árstíð. Lærarar eru eisini forsprákarar fyri at stytta summarfrítíðina og ístaðin leggja eina fríviku myrku tíðina, sigur Liljan Weihe.