Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleiri fólkaskúlar hava longu meginreglur fyri fartelefonir

Skjótt kemur kunngerð frá landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum, har krav kemur, at einstaki fólkaskúlin skal gera reglur fyri fartelefonnýtsluna

Herfyri varð kunngjørt, at landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, fer at gera kunngerð, har tað verður kravt, at einstaki fólkaskúlin skal gera reglur fyri fartelefonnýtsluna.

Eitt nú fer at verða sagt, at fartelefonnýtsla sum meginregla ikki er loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum. 

Hjá nógvum skúlum er hetta ikki nýtt, tí fleiri hava longu telefonpolitikk ella atferðarreglur um nýtslu av snildfon og snild-urum í skúlatíðini, skrivar Skúlablaðið.

Skúlablaðið hevur gjørt eitt lítið yvirlit frá nøkrum skúlum, ið longu hevur meginreglur fyri fartelefonnýtslu:

Á heimasíðuni hjá Skúlanum við Løgmannabreyt stendur eitt nú, at best er, at næmingur ikki hevur fartelefon við í skúla. Um næmingur hevur fartelefon við í skúla, skal hon liggja sløkt í taskuni, í jakkanum ella í skápinum, so at hon ikki órógvar undirvísingina. Tað er ikki nóg mikið, at hon liggur ljóðleys ella er í flogstøðu. Skúlin við Løgmannabreyt (svl.fo)

Skúlin á Fløtum hevur líknandi reglur. Á heimasíðuni hjá skúlanum kunnu vit lesa, at meginreglan í Skúlanum á Fløtum er, at tey ynskja ikki, at næmingar hava fartelefonir við í skúla. Tí tær eru ikki undirvísingaramboð, og tað er ikki tørvur á teimum í okkara undirvísingargongdum. https://saf.fo/telefonpolitikkur

Á Skúlatrøð hava tey leingi havt meginreglur fyri fartelefonnýtsluna. Á heimasíðuni hjá skúlanum stendur, at ov nógv telefonnýtsla ávirkar hugsavnan og arbeiðslag hjá næmingum. Reglurnar hava til endamáls, at telefonir ikki órógva undirvísingina, at telefonir ikki gera, at næmingarnir gerast kropsliga óvirknir í fríkorterunum, at næmingarnir eru meira saman sosialt í fríkorterunum, at áseta, í hvønn mun telefonin kann verða eitt amboð í undirvísingini og at tálma happing á netinum. Fartelefonir – Skúlatrøð (skulatrod.fo)

Í Tofta skúla eru meginreglurnar fyri telefonnýtslu undir atferðarreglum annars. Har verður sagt, at tá ið næmingar koma í skúla um morgunin, verður telefon teirra løgd í ein kassa, sum er keyptur til endamálið. Hesin kassin verður læstur inni í einum skápi í skúlastovuni. Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingurin ikki brúkar telefonina í skúlatíðini, uttan so at lærarin gevur næmingunum loyvi til tess í tímanum í sambandi við undirvísing. Tá undirvísingin er liðug, skal telefonin leggjast aftur í kassan og kassin verður læstur inni í skápinum. Tofta skúli (toftaskuli.fo)

Les eisini...  Gullsett kunnu avgera flogbóltsfinalurnar

Kelda: Skúlablaðið