Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kemur regluverk fyri fartelefonir í fólkaskúlanum

– Málið verður nú tikið upp politiskt, sigur landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, ið vil hava greiðar reglur fyri, hvussu fartelefonir eiga at verða handfarnar í skúlunum

Kjakið um fartelefonir í fólkaskúlanum er ikki nakað nýtt kjak, og ymiskt er, hvørjar reglur fólkaskúlarnir hava á økinum.

– Hetta málið verður fyrireikaðu og tikið upp politisk, soleiðis at allir skúlar í næstum fáa reglur fyri, hvussu fartelefonir verða handfarnar á skúlanum, sigur landsstýrismaðurin við skúlamálum, Djóni Nolsøe Joensen, við Skúlablaðið.

Víðari sigur landsstýrismaðurin við skúlamálum, at hóast politiskt semja ikki er at gera nakað við hetta, so hevur landsstýrismaðurin eina greiða støðu í málinum.

– Sum meginregla skal fartelefonin ikki verða loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum. Eftir nærri ásetingum verður tað latið upp til einstaka skúlan at áseta tær neyvu reglurnar, sigur hann.

Ætlanin hjá landsstýrismanninum er, at tað skal ásetast í kunngerð, at tann einstaki fólkaskúlin skal gera reglur fyri fartelefonnýtsluna út frá tilmæli frá landsstýrismanninum.

Mælt verður til, at hesi viðurskifti verða partur av meginreglunum um fartelefonnýtslu:

• at fartelefonnýtsla sum meginregla ikki er loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum,

• at undantøk kunnu vera, um skúlin hevur gjørt av at nýta fartelefon sum amboð í ávísari undirvísingargongd, 

• at skúlin hevur eina skipan, har næmingarnir leggja fartelefonina frá sær, tá ið teir koma í skúla, 

• at næmingaráðini verða hoyrd og fáa høvi til at siga sína hugsan um fartelefonnýtslu í skúlatíðini

• at leiðsla skúlans viðger uppskotið um fartelefonnýtslu saman við námsfrøðiliga ráðunum

• at leiðsla skúlans tekur neyðug stig í málum, har næmingar ikki virða ásettu meginreglur. Leiðsla skúlans kann tá taka fartelefonina frá næmingi og gera eina avtalu við næmingin og foreldrini, hvussu næmingurin fær fartelefonina aftur, tá ið skúladagurin endar,

• at næmingar hava møguleika at ringja til foreldrini, um hetta gerst neyðugt í skúlatíðini og

• at foreldur verða kunnað um tær meginreglur, sum verða settar í verk.

Les eisini...  Vil vita meira um kt-nýtsluna í skúlanum

– Málið um telefonnýtslu verður væntandi avgreitt innan fyri heilt stutta tíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Kelda: Dagfinn Olsen/Skúlablaðið