Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Al Hilal keypir Koulibaly úr Chelsea

Kalidou Koulibaly var bert á Stamford Bridge í eitt ár og er nú seldur til Al Hilal fyri umleið 20 mió pund.

Al Hilal hava í kvøld váttað keypið av 32 ára gamla Kalidou Koulibaly úr Chelsea.

Upphæddin er ikki alment upplýst, men metingin av prísinum er umleið 20 mió pund.

Kalidou Koulibaly var mettur til at verða ein av heimsins bestu miðverjum, men tíðin á Stamford Bridge var stokkut. Hann kom úr Napoli í fjør fyri 38 mió evrur og spældi í alt 32 dystir fyri The Blues.

Hettar er næsta stóra keypið í Al Hilal í summar. Ruben Neves bleiv í síðstu viku keyptur úr Wolves fyri 47 mió pund.

Seinasta kappingarár endaði Al Hilal á einum triðja plássið, aftanfyri Al Ittihad og Al Nassr.