Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

14 verkætlanir fingið miðlastuðul í 2023

Miðlastuðulsnevndin hevur á fundi 20. juni tikið endaliga avgerð um at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í 2023

Nú er greitt, hvørjar verkætlanir fáa verkætlanarstuðul fyri í ár.

Miðlastuðulsnevndin hevur á fundi 20. juni tikið endaliga avgerð um at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í 2023.

Tilsamans vórðu 57 umsóknir latnar inn.

Umsóknirnar eru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Bara miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum fevna um eitt breitt evnisøki og hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul. Miðlastuðulsnevndin hevur ítøkiliga lagt dent á trý parametur í viðgerðini: Innihald/hugskot, kostnað og útbúgving/royndir hjá viðkomandi journalisti ella toymi. Grundað á hesi viðurskifti og endamálið við miðlastuðulslógini annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum.

Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður útgoldin í sambandi við játtanina, meðan hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug.

2 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2023. 70 prosent av hesum, t.e. kr. 1.400.000, eru oyramerktar til miðlastuðul til verkætlanir.

Kr. 600.000 eru oyramerktar til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár. Freistin fyri at søkja miðlastuðul til rakstur er 22. august 2023 kl.12.00.

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul í 2023:

SosialurinVitjan á smáplássum200.000,00
SosialurinUmmæli av bókmentum v.m.103.000,00
SosialurinOyggjaleikir 202370.200,00
SosialurinHvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum79.200,00
Portal.foFøroyar á grønum vegamóti115.000,00
SosialurinFlóttafólk66.000,00
Sp/f 01.01.14Poddvarp um virðisøking89.761,54
Sp/f 01.01.14Føroysk framleiðsla48.000,00
EysturoyarportalurinPolitiska sannføringin í Eysturoy130.000,00
DimmalættingHvørja pensjón skal eg velja50.000,00
DimmalættingMichel150.000,00
SosialurinUng og miðlar71.500,00
SosialurinBerlin77.000,00
Blue Faroe IslandsKvinnur í Sjóvinnuni150.000,00
Tilsamans1.399.661,54