Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur játtaður fimm miðlum

Á fundi 11. januar 2024 tók Miðlastuðulsnevndin endaliga avgerð um játtan av miðlastuðli til skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Játtanin til hendan stuðul var tilsamans kr. 600.000

Sjey miðlar søktu um hendan miðlastuðulin.

Ein miðil lat umsókn sína inn eftir umsóknarfreistina og ein miðil kundi ikki vísa á skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár, ið sambært lógin skal vera útrokningargrundarlagið fyri hendan miðlastuðul. Hesar umsóknir vórðu tí noktaðar.

Fimm miðlar luku treytirnar. Miðlastuðulsnevndin kundi síðani staðfesta, at ein miðil fór um markið fyri, hvussu nógv ein einstakur miðil ella eitt miðlasamtak kann móttaka í stuðli – eitt mark, ið miðlastuðulslógin ásetir til 40% av teimum kr. 600.000. Stuðulin til hendan miðil varð tí settur niður og býtið millum miðlarnar varð hareftir hetta:

Miðil Upphædd (kr.)

Jn.fo 6.914,99
Norðlýsið 63.665,97
Sp/f 01.01.2014 (FM1) 98.727,91
Knassar (portal.fo) 190.691,12
Sosialurin 240.000,00

Tilsamans 600.000,00

Nýggj nevnd
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í september í 2023. Runa Preeti varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannessen varð valdur sambært tilnevning frá Føroysk miðlafólk, og Janus Haraldsen varð valdur sum formaður sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya.

Varafólk teirra eru ávikavist Martin N. Simonsen, Sigrún Halldórsdóttir Brend, og Anna Rein.

Økt játtan í 2024
Løgtingið samtykti fyri jól fíggjarlógina fyri 2024. Játtanin til miðlastuðul varð økt við kr. 900.000 til kr. 2.900.000, umframt at kr. 100.000 vórðu játtaðar til umsitingina hjá nevndini.