Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan: Tað var stak friðarligt á Voxbotni

Løgreglan sigur, at hóast tað vóru nógv fólk á stóra tónleikafestivalinum í Vágsbotni, so spældi alt væl av. Tó vórðu nøkur mál skrivað niður í svørtu bók

Stóri tónleikafestivalurin í Vágsbotni – OY Voxbotn – er nú av á hesum sinni.

Føroya Politi var eisini til staðar á festivalinum, og løgreglan letur væl at festivalgestunum. Ta eina løtuna var eitt sindur av trykki á at sleppa inn í festivaløkið, men tað spældi væl av.

Inni í festivaløkinum dugdu tey flestu sær hógv, hóast upptakt var til onkran bardaga, men har fekk løgreglan tosað partarnar til rættis.

Tó hevur løgreglan havt svørtu bók frammi tríggjar ferðir í samband við rúsandi evnir, tí trý mál eru skrivaði niður, har tað vísti seg, at fólk høvdu rúsandi evni uppi á sær, og hesi trý fólkini kunnu tí eisini vænta sær at skula fara ein túr í rættin.

Umframt hesi trý, so fann løgreglan eisini rúsandi evnir hjá trimum øðrum fólkum, men tað var í so smáum mongdum, at mett var, at hetta var til egna nýtslu, tí verður einki mál av hesum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Tvey harðskapsmál í vikuskiftinum
Leygarmorgunin um trý-tíðina fekk løgreglan boð um harðskap uttanfyri Basecamp í Havn. Løgreglan kom á staðið, og út frá vitnisfrágreiðing er ein maður undir illgruna fyri framda harðskapin, men arbeitt verður víðari við málinum, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.

Sunnumorgunin var aftur ein harðskapstilburður í miðbýnum í Havn, og har verður arbeitt víðari við tí málinum eisini.

Um vikuskiftið er eisini ein bilførari tikin við at koyra við kenning. Tað var leygarmorgunin klokkan 03.45, at løgreglan í Havn fær eyga á ein bil, sum løgreglan ynskti at hyggja nærri at. Bilførarin blásti í alkometrið, og tað vísti seg, at promillan var ov høg hjá bilføraranum, sum síðan bleiv koyrdur til Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin.

Les eisini...  Aftur húsaófriður í gjár

So var ein hending í Steinatúni seinnapartin leygardagin, sum tíbetur spældi væl av. Klokkan 16.30 fær løgreglan boð um, at ein lítil smágenta var óansin og hevði runnið út fyri ein bil. Hóast bæði gentan, tey avvarðandi og bilførarin øll fingu ein skelk, so fekk tíbetur eingin skaða av hendingini, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.