Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bryggaríini skulu kunna selja sterkt øl til ferðafólk

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur sent uppskot til hoyringar, ið skal gera tað møguligt hjá bryggjaríum at selja sterkt øl og cider í sambandi við vitjanir á bryggjaríunum

Tað skal bera til hjá bryggjaríum í Føroyum at selja egna framleiðslu av øl og cider, sum er sterkari enn 5,8 prosent, á egnum sølubúðum, í sambandi við gestavitjanir á bryggjarínum.

Tað heldur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sent nýtt lógaruppskot til hoyringar.

Lógaruppskotið snýr seg í stuttum um, at loyvisnevndin skal kunna geva framleiðarum loyvi at selja sína egnu framleiðslu á framleiðslustaðnum, eisini um ølið ella ciderið er sterkari enn 5,8 prosent.

Sum er, kunnu framleiðarar selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum, so leingi sum talan er um løg, ið ikki er sterkari enn 5,8 prosent.

Í nýggja uppskotinum er kortini tann avmarking, at framleiðararnir sleppa bert at selja sterkara løgin á framleiðslustaðnum sjálvum, og ikki á øðrum sølubúðum, sum teir hava.

Harumframt avmarkar uppskotið eisini søluna til bert at fevna um vitjanir á bryggjaríum, og tað ber tí ikki til at lata upp sølubúð á framleiðslustaðnum, sum er opin fyri almenninginum.

Av somu orsøk verður mett, at talan verður fyri tað mesta um ferðafólk, ið fáa ágóðan av hesum, tó so at tað ber væl til hjá føroyingum at fara á vitjanir á teimum ymisku bryggjaríunum.

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava við sær, at nýtslan av rúsdrekka fer at økjast í Føroyum.