Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Niels Winther: Vit mugu vita heldur enn at illgita

- Heldur enn at illgita um integritetin hjá okkara ráðgevingarstovnum átti Eirikur í Jákupsstovu at kannað, hví tað bæði í Føroyum og uttanlands verður hildið at verða tørvur á at tryggja nóg stórt útboð av starvsfólki, skrivar stjórin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Niels Winther

Eirikur í Jákupsstovu róði í farnu viku í lesarabrævi framundir, at orsøkin til, at Landsbankin og Búskaparráðið í verandi støðu ávara ímóti einari stytting av arbeiðsvikuni, var ein spurningur um persónlig motiv og persónsamanfall, heldur enn innihaldsliga dygd í ráðgevingini. Tó uttan at siga hetta beinleiðis, men bara við at ”undrast”, ”hugsa” o.s.fr. Endamálið við greinini var tó ikki til at taka feil av, ikki minst tá yvirskriftin er ”Ein hattur tekur undir við hinum báðum”.

Heldur enn at illgita motivini hjá teimum óheftu ráðgevingarstovnunum, sum vit hava í Føroyum, hevði tað klætt samgonguliminum at spurt inn til og kannað eitt sindur nærri, hvør orsøkin er til, at tað frá fleiri síðum verður ávarað ímóti uttan víðari at stytta arbeiðsvikuna í verandi støðu.

Eg kann bara tosa fyri Vinnuhúsið, at her eru vit ikki áhugað í, at fólk skulu arbeiða bara fyri at arbeiða. Um privata vinnan uttan víðari kundi framleitt tað sama við einari styttri arbeiðsviku, so hevði eingin verið meira fegin enn vit. Men vit loyva okkum at ivast stórliga í um klaverið spælir so væl, og serliga tá talan er um privata geiran.

Eisini hava vit gjørt vart við, at privati geirin áhaldandi tillagar seg til kappingarfortreytirnar, bæði tá viðvíkur arbeiðstíð og løn. Á privata marknaðinum síggja vit, at stórir partar av vinnugreinunum og fyritøkunum hava tillagað arbeiðstíðina fyri at vera kappingarfør. Tí er tað skilaleyst, um ætlanin er at gera ófyrireikaða lóggávu á hesum økinum, og hetta fara vit áhaldandi at gera vart við.

Les eisini...  Nýggjur ráðgevi hjá Vinnuhúsinum

Um samgongulimir ikki halda føroysku ráðgevingina vera nóg dygdargóða, so er bara at fáa høvdið upp úr heimliga dunnuhylinum og hyggja eitt sindur út um landoddarnar. Í flestu londum í okkara parti av heiminum verður arbeitt við spurninginum um, hvussu londini kunnu tryggja haldførið í búskapinum, og hvussu man tryggjar, at starvsfólk eru tøk til at loysa neyðugu uppgávurnar, eisini í framtíðini.

Vit hava seinast sæð, at danska stjórnin er komin við tí útmeldingini, at tað er neyðugt at gera nýskipanir, sum kunnu økja um arbeiðsútboðið, um haldførið og framtíðar vælferðartænasturnar skulu tryggjast. Og tað í einari støðu, har danski fíggjarpolitikkurin er munandi meira langtíðarhaldførur enn tann føroyski.

Í Føroyum virkar tað sum tað eru fleiri sum halda, at alt ber til: vit kunnu arbeiða minni, fáa betri vælferðartænastur, fáa skattalætta, gera ovurhondsstórar almennar íløgur, alt í senn. Tað kann tó ikki bera til at eingin í politisku skipanini hevur hugsað tankan: ”Kann tað veruliga passa?”

Um so er, at eingin hevur hugsað tann tankan, er veruliga orsøk til at vera stúrin.

Eitt er púra vist: um politiska skipanin ætlar at hava eina forbrúksfest, samstundis sum tað ikki verður arbeitt við at økja produktiva kapasitetin hjá Føroyum sum land, so er tann haldføri búskapurin langt burturi. Og tann sjálvberandi búskapurin enn longri burturi.

Og lat meg til at enda leggja afturat, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki hevur koordinerað nakra kampanju hvørki við Landsbankan ella við Búskaparráðið. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag slett ikki áhugað í, tí vit halda Føroyar hava tørv á búskaparfakligari ráðgeving. Nú meira enn nakrantíð. Og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fult álit á fakliga integritetin hjá okkara ráðgevingarstovnum.

Les eisini...  Stjórnin - Politikkur á skák nr 15

Niels Winther, stjóri
Føroya Arbeiðsgevarafelag