Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Móttøka fyri Marthu og Eli

Runavíkar kommuna hevur móttøku í kvøld fyri Marthu Hansen og Eli Hendriksson Olsen, sum bæði fingu góð úrslit til Special Olympics í Berlin

Runavíkar kommuna skrivar, at í samband við, at hetjurnar frá Special Olympics World Games Berlin 2023, Eli Hendriksson Olsen úr Lamba og Martha Hansen, sum er ættað úr Gøtugjógv, koma heim í kvøld, so verður skipað fyri móttøku í Gulu smiðju í Saltangará.

Flogfarið lendir klokkan 20, so móttøkan verður ætlandi umleið klokkan 21.30.

Tey bæði íðka boccia. Eli vann gull í einmansleiki og Martha Hansen vann silvur í einmansleiki í Boccia. Saman vunnu tey gull í tvímansleiki. Tey venja bæði boccia við ítróttarfelagnum Svani.

– Øll eru hjartaliga vølkomin til eina hugnaliga løtu í Gulu smiðju klokkan 21.30 í kvøld, mánakvøldið 26. juni, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.