Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

USS Delaware er komin á Kollafjørð

Tað er amerikanski kjarnuorkurikið kavbáturin USS Delaware, sum fer at liggja við bryggju á Oyrareingjum í Signabø

Tveir loðsbátar hjá Mest, Samson og Pressarin, er á veg til Signabøar. Har skal loðsbáturin hjálpa kjarnorkurikna amerikanska kavbátin USS Delaware at kai.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at USS Delaware eftir ætlan skuldi vera frammi um níggju-tíðina, men var at síggja í Tangafirði um níggju-tíðina, har kavbáturin hevði kós móti Oyrareingjum. Ferðsluløgreglan verður á staðnum at skipa ferðsluni.

USS Delaware er lutfalsliga ein nýggjur kavbátur hjá amerikanska herflotanum. Hann fór í tænastu tann 4. apríl í 2020, og er av Virginia Class-slagnum. Tað merkir, at kavbáturin kann bæði brúkast nærhendis strendurnar, men eisini til herferðir úti á opnum havi.

Kavbáturin hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal kavbáturin ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur seg hava ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina.

Í sambandi við vitjanina er amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini komin til Føroya.

USS Delaware er 115 metrar langur og tíggju metrar breiður. Mansskapið telur um 130 fólk.

Jógvan Martin Olsen av Toftum hevur filmað USS Delaware, tá hann var á veg inn á Kollafjørð.

(Upptøka: Jógvan Martin Olsen)