Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Óli Mittún er á veg til Týsklands

Hóast hann upprunaliga ikki skuldi vera við til U21 HM-endaspælið, so er Óli Mittún nú á veg til Týsklands

Hann hevur havt eitt strævið kappingarár – bæði við IK Sävehof og landsliðshondbólti, og tí varð í fyrstu syftu umrátt, at Óli Mittún ikki skuldi taka lut til U21-HM, sum er í Týsklandi í hesum døgum.

Men nú er líkt til, at 18-ára gamli hoyvíkingurin, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í svenskum hondbólti hetta kappingarárið, verður partur av U21-hópinum hjá Føroyum.

Góðar keldur hjá FM1 vilja vera við, at annar høvuðsvenjarin hjá føroyska U21-landsliðnum hevur havt eitt prát við pápa Óla, Petur Mittún, og tað hevur ført við sær, at Óli Mittún hevur pakkað hondbóltstaskuna, og er nú á veg til Týsklands, har hann verður partur av U21-hópinum hjá Føroyum.

Skuldi ikki við
Av tí, at Óli Mittún hevur spælt nógv hetta kappingarárið, har hann bakspælarin fekk ein størri leiklut fyri svenska lið sítt enn væntað – millum annað vegna tað, at systkinabarnið, Elias á Skipagøtu Ellefsen, fekk ein skaða, so var umrátt, at Óli Mittún ikki skuldi spæla tvey endaspøl í summar, nú hann eisini hevur aldur at spæla við U19-honbóltslandsliðnum, sum skal spæla HM í Krotia í tíðarskeiðnum frá 2. – 13. August, tí vandi er fyri, at hann kann blíva skaddur, nú kappingarárið hjá honum hevur verið so langt.

Í viðtalu við Portalin í farna mánað, segði Óli Mittún tá:

– Eg verði ikki við U21. Tað verður U19 í summar, segði hoyvíkingurin.

Men nú er líkt til, at Óli Mittún verður partur av U21-hópinum, nú hann er á veg til Týsklands.

Næsti dystur hjá Føroyum er í dag móti Portugal, og tann dysturin byrjar klokkan 14.45.

Les eisini...  Filip fór gjøgnum blóð, sveitta og tár fyri sigurin hjá VÍF

Bæði liðini eru longu komin í fjórðingfinaluna, so spurningurin er bara, hvør verður nummar eitt og tvey í meginumfarinum. Fjórðingsfinalurnar verða spældar hósdagin í Berlin.