Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Summarfundur á Vestmannaoyggjum

Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar

Løgmaður og hinir norðurlendsku stjórnarleiðararnir komu í gjár til Vestmannaoyggjar til árliga summarfundin. Eisini er kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, við á fundinum.

Løgmansskrivstovan skrivar, at tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum, heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðarunum.

– Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Okkara samfeløg byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við heimasíðuna hjá løgmansskrivstovuni.

Kanadiski forsætisráðharrin eisini við
Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, so er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár, og hann hevur takkað ja og er eisini komin til Vestmannaoyggjar í gjár.