Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kjarnorkurikin kavbátur vitjar í dag

USS Albany kemur í Nólsoyarfjørð í dag

Um middagsleitið í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Albany í Nólsoyarfjørð.

Uttanríkismálaráðið skrivar, at USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

– Brimil fylgir USS Albany, sum er kjarnorkurikin, meðan hann er í føroyskum sjóumveldi, skrivar uttanríkismálaráðið.

Tá tílíkir kavbátur vitja í Føroyum, so plagar tað at vera tí, at partur av manningini skal skiftast, umframt at fáa smáar tænastuveitingar her í Føroyum, men annars plaga hesir kavbátar ikki at steðga leingi.

USS Albany er 110,3 metrar langur og tíggju metrar breiður.

Manningin telur 15 offiserar og 98 sjófólk.

Kavbáturin kom í amerikanska herflotan tann 13. juni í 1987.

Les meira: