Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kokkurin er lendur í Belarus

Privatflogfarið hjá Jevgenij Prigozjin lendi í morgun í Belarus

Privatflogfarið hjá Jevgenij Prigozjin lendi í morgun í Matjuhulishy-flogvøllinum nærhendis høvuðsstaðnum í Belarus, Minsk.

Tað upplýsir belarussiski bólkurin Hajun, ið hevur eftirlit við, hvussu russiski herurin flytir seg, sambært altjóða miðlum.

Síðan leygarkvøldið hevur tað verið óvist, hvar Prigozjin hevur hildið til, men síðan í gjár hava nakrar óváttaðar og óalmennar frágreiðingar verið, at Prigozjin og hansara menn eru byrjaðir at koma til Belarus.

Russiska tíðindastovan Tass sigur, at Wagner-bólkurin fer at lata sína tungu hernaðarliga útgerð til russiskar herdeildir í næstum. Sambært Tass er Wagner-bólkurin longu í holt við at fyrireika at lata russiska herin sína tøkni.

Eisini hoyrdu vit í morgun, at limir í Wagner-bólkinum fáa grið, men standa eisini í boði at gerast partur av russiska herinum.

Tað var leygardagin, at Wagner-bólkurin setti kós móti Moskva, tí leiðarin av Wagner-bólkinum, Jevgenji Prigozjin, vildi hava broytingar í ovastu leiðsluni í russiska herinum. Hann kravdi millum annað, at verjumálaráðharrin í Russlandi, Sergej Sjojgu, og toppgeneralurin, Valerij Gerasimov, vórðu koyrdir frá.

Men leygarkvøldið var hesin “uppreisturin” yvirstaðin, eftir at avtala varð gjørd millum Prigozjin og forsetan í Belarus, Aleksandr Lukasjenko, at russisku myndugleikarnir fóru ikki at rættarfylgja Jevgenij Progozjin, sum flytur í eksil til Belarus.