Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður: Vandi fyri at Bretland eisini fer at seta bann í verk

USA setir bann fyri innflutningi av toski úr russiska partinum av Barentshavinum, og nú stúrir Sjúrður Skaale fyri, at Bretland fer at gera tað sama

USA herðir nú bannið ímóti innflutningi av russiskum fiskavørum.

Hetta ger USA longu í februar, skrivar miðilin, SeafoodSource.com.

Miðilin skrivar, at Russland hevur serligt gagn av at lata Kina virka russiskan fisk og síðan útflyta hann til USA. Mett verður, at russiskur fiskur í USA er við til at avlaga kappingina við amerikanskar fyritøkur, sum fáast við at selja fisk.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað er vandi fyri, at Bretland eisini fer at seta bann fyri innflutningi av toski úr Barentshavinum

– Tann konkreta avgerðin byggir á yvirskipaða prinsippavgerð hjá G7-londunum. Eitt av G7-londunum er Bretland – sum keypir ein heilt stóran part av tí, sum vit fiska í russiska Barantshavinum. Vit mugu nú bara vóna, at Bretland ikki tekur somu avgerð sum USA, sigur hann.

Í einum videobroti vísir hann á, hvussu vandamikið tað er at samstarva við Russland – bæði so og so.

– Tá ávísir flokkar brutu síni vallyfti um hetta samstarv, og gjørdu avtalu við stýrið hjá Putin, settu teir Føroyar í vandastøðu, heldur Sjúrður Skaale.

Videobrotið sæst her:

(Kelda: Facebook/Sjúrður Skaale)