Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðstein Simonsen nummar trý í franskari krossfitt-kapping

Farna vikuskiftið luttók Eyðstein Simonsen í krossfitt-kappingini, French Throwdown, í París, har tað eydnaðist Eyðsteini at vinna seg til eitt flott triðja pláss

Eyðstein Simonsen úr Miðvági hevur vant krossfitt í mong harrans ár, og farna vikuskiftið tók hann lut í franskari krossfitt-kapping, ið nevnist fyri French Throwdown. Kappingin var í franska høvuðsstaðnum, París, og væl gekst hjá vælvaksna miðvinginum.

Hann endaði á einum flottum triðja plássi í kappingini, har bert tíggju luttakarar sluppu við til hesa kapping, skrivar Tvørmegi CrossFit á sínum Facebook-vanga.

– Størsta útfordringin var at koma úr 12 hitastigum í Føroyum til næstan 30 í Fraklandi. Hetta gjørdi ótespiligu kensluna at íðka við høgum intensiteti til eina heilt nýggja dimensjón, skrivar Eyðstein á sínum egna Facebook-vanga.

French Throwdown er ein altjóða krossfitt-kapping við luttakarum úr øllum heiminum. Eyðstein luttók í aldursbólkinum 45-49 ár har einans tíggju íðkarar sleppa við.

Tíðliga í vár var eitt innleiðandi umfar, har Eyðstein gjørdist nummar níggju av yvir hundrað luttakarum, og slapp hann tí sostatt at luttaka í kappingini í París.

Eyðstein sigur sjálvur, at í seks ár hevur hann havt ein skaða í fótinum, sum hevur darvað venjingina og forðað honum fyri luttøku í øllum kappingum, tí metti hann, at bara tað, at sleppa til kappingina, var ein sigur í sær sjálvum, men at tað skuldi røkka til eitt triðja pláss, er meir enn hann tordi at vóna.

– Vit ynskja Eyðsteini hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum, og gleða okkum at fáa hann aftur í Tvørmegi. Vit eru spent at fylgja við honum í komandi kappingum, sigur Bartal Kamban vegna venjararnar og limirnar í Tvørmegi CrossFit.

Eyðstein Simonsen á medaljupallinum í París