Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kappingar á sosialum miðlum – hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt

Brúkaraumboðið vil minna á reglurnar fyri kappingum á sosialum miðlum

Í desember mánaða eru nógvar kappingar á sosialum miðlum. Har eru millum annað jólakalendarar og adventskalendarar við nógvum góðum vinningum. Men hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt?

Brúkaraumboðið vil serliga minna á, at ikki er loyvt at krevja, at man skal frámerkja ein vin, fyri at luttaka í eini kapping. Hetta er brot á spammforboðið í § 6 í marknaðarføringslógini.

Eisini sigur Brúkaraumboðið, at tú kanst biðja fólk dáma og deila eitt uppslag fyri at luttaka, men at hetta ikki er eitt krav.

Sí yvirlit yvir reglurnar her:

Kelda: Brúkaraumboðið