Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta HM av bakkastokki

FIFA skipaði fyrsta HM.

Tann 13. juli 1930 vann Frakland 4-1 Mexico og USA vann 3-0 á Belgia í teimum allarfyrstu HM-dystunum, sum vórðu spældir samstundis í Montevideo í Uruguay. Frakland ímóti Mexico varð spældur á Estadio Pocitos framman fyri okkurt um 3.000 áskoðarum, meðan umleið 15.000 sóu USA og Belgia á Estadio Parque Central.

Øll lond, sum vóru limir í FIFA, kundu melda til fyrstu HM-kappingina, tí ongin undankapping var. Orsakað av fjarstøðuni og ferðakostnaðinum, so luttóku bert fá europeisk lond, hóast FIFA-forsetin, Jules Rimet, at enda yvirtalaði Belgia, Frakland, Rumenia og Jugoslavia at taka túrin. Níggju lond komu afturat frá vestaru knatthálvu: Argentina, Bolivia, Brazil, Chile, Mexico, Paraguay, Peru, USA og vertstjóðin Uruguay.

Høgri innari vongur hjá Fraklandi, Lucien Laurent, skoraði allarfyrsta HM-málið við einum fluktara ímóti Mexico í 19. minutti. Marcel Langiller økti um leiðsluna í 40. minutti og André Machinot til 3-0 í 43. minutti. Juan Carreño minkaði um munin fyri Mexico í 70. minutti, men Machinot skoraði sítt annað mál í 87. minutti og tryggjaði ein 4-1 sigur. Frakland tapti kortini hinar báðar dystirnar í bólkaspælinum fyri Argentina og Chile, og varð varpað út út kappingini.

Í hinum byrjanardystinum skoraði skotskt-føddi áleyparin hjá USA, Bart McGhee, tvey tøtt mál í 41. og 45. minutti. Álopsfelagin, Bert Patenaude, skoraði triðja málið í 88. minutti og málmaðurin, Jimmy Douglas, helt málið reint. USA endaði á fyrsta plássi í bólkinum, sum hevði trý lið, við einum 3-0 sigri á Paraguay, men tapti síðani 1-6 fyri Argentina í hálvfinaluni. USA endaði nr. 3 í fyrstu HM-kappingini.

Les eisini...  Petur til Texas

Uruguay vann fyrsta HM-steypið við einum 4-2 sigri á Argentina í finaluni.