Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ikki samdir um sannleikan

Tann 28. juni 2011 byrjaðu amerikonsku kvinnurnar HM-kappingina við einum sigri á Norðurkorea, men alt var ikki, sum tað skuldi.

Tann 28. juni 2011 byrjaðu amerikonsku kvinnurnar HM-kappingina við einum sigri á Norðurkorea, men alt var ikki, sum tað skuldi.

Norðurkoreansku kvinnurnar vóru millum fyrstu liðini, sum vunnu seg til endaspælið við at enda á 2. plássi í Asian Cup 2010, meðan USA var síðsta liðið, sum vann seg í endaspælið eftir at hava vunnið á Italia í UEFA-CONCACAF frásáldingardystinum. Kortini vóru amerikonsku kvinnurnar mettar til at vinna, tá liðini møttust í byrjanardystinum í bólki C.

22.000 áskoðarar sóu dystin á Rudolf-Harbig leikvøllinum í Dresden, og norðurkoreansku kvinnurnar hildu málið reint og tað var framvegis javnleikur í steðginum. Men eftir steðgin troyttaðust tær og máttu boyggja fyri málum frá Lauren Cheney (54′) og Rachel Buehler (76′). Dysturin endaði 2-0 til USA.

Á tíðindafundinum eftir dystin helt norðurkoreanski venjarin, Kim Kwang-min, fyri, at lið hansara hevði roynst verri, enn evnini vóru til, orsakað av einari vanlukku tríggjar vikur frammanundan, har nakrir leikarar vórðu raktir, tá toran sló niður. Hann helt uppá, at fleiri enn fimm av leikarunum noyddust á sjúkrahús, men tað var óklárt, hvørjar leikarar talan var um. Sambært almennu FIFA-týðingini á tíðindafundinum segði Kim, at málmaðurin, fýra áleyparar og nakrir miðvallarleikarar vóru raktir, meðan norðurkoreanski tíðindatalsmaðurin segði, at talan var um fýra verjuleikarar. Tískil var tað eitt sindur gruggut, hvat veruliga var hent.

Tað fekk kortini ongan týdning, tí Norðurkorea tapti næsta dysti fyri Svøríki og spældi síðani javnleik ímóti Kolumbia, tá liðið takkaði fyri seg í bólkaspælinum. USA endaði í finaluni, har tær taptu fyri Japan eftir brotssparkskapping.

Les eisini...  Treytaleys frádøming av koyrikorti og nógv full fólk um vikuskiftið

Uppaftur meira margháttlig gjørdist støðan, tá fyrst tveir verjuleikarar, Song Jong-Sun og Jong Pok-Sim, og síðani tríggir aðrir ónevndir leikarar vórðu fangaðir í dopingroyndini, tí leikararnir høvdu fingið kinesiskan heilivág ímóti torusláttinum. Talan var moskuskertlar.

Hóast norðurkoreanskir myndugleikar tvíhildu um, at talan bert var um fyribyrgjandi heilivág, so fekk Norðurkorea eina bót svarandi til US$ 400.000, sum svaraði til vinningin, sum liðið hevði fingið, tí tað endaði á 13. plássi í HM-endaspælinum fyri 2011. Harumframt varð liðið útilokað frá at luttaka í HM-undankappingini 2015.

Liðið hevur ikki spælt, síðani tær vunnu Cyprus Women’s Cup í mars mánaða 2019.