Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnudystur sendi sjokkbylgjur

53.000 áskoðarar flyktust saman rundan um leikvøllin, meðan 14.000 onnur ikki sluppu inn.

Fyritøkan Dick, Kerr & Co. fær sær kvinnulið

Í 1854 stovnaði William Bruce Dick eina fyritøku í Glasgow í Skotlandi og í 1883 legðist John Kerr afturat virkseminum. Í 1893 varð høvuðssætið flutt til Preston í Onglandi og undir fyrra heimsbardaga varð fyritøkan umskapað til at framleiða herútgerð; vápn, lóður og aðra útgerð.

Fyrri heimsbardagi og kvinnufótbóltur í hæddini

Undir fyrra heimsbardaga lótu ensku fótbóltsfeløgini eisini eina ørgrynnu av leikarum til hertænastu, tískil traðkaðu kvinnurnar til sum arbeiðsmegi á verksmiðjunum og í miðmálasteðginum spældu tær fótbólt. Kvinnufótbóltur fekk sera góða undirtøku, tær stovnaðu lið og navngóvu tey eftir verksmiðjunum, har tær arbeiddu.

Eitt av liðunum, sum gjørdi um seg frá byrjan av, var Dick, Kerr Ladies FC, sum varð stovnað í 1917 av skrivstovumanninum Alfred Frankland og fyrsta jóladag sama ár spældu tær ímóti Arundel Coulthard Factory framman fyri 10.000 fjepparum. Í 1920 vóru áleið 150 kvinnulið. At byrja við savnaðu tær pening til vælgerandi endamál, men tá ið fyrsta forvitnið hevði lagt seg, byrjaði áskoðarafjøldin at njóta dystirnar, tí kvinnurnar vísti eisini gott hegni til at spæla fótbólt.

Enska fótbóltssambandið bannar kvinnufótbólti

Annan jóladag í 1920 savnaðust 53.000 áskoðarar á Goodison Park í Everton, Liverpool fyri at síggja Dick, Kerr Ladies spæla ein vælgerðardyst ímóti St. Helen’s Ladies, meðan 14.000 onnur vórðu útihýst. Onkursvegna fóru nakrar óttafullar bylgjur gjøgnum enska fótbóltssambandið og 5. desember 1921 bannaði enska fótbóltssambandið kvinnum frá at spæla á tilhoyrandi vøllum og boðaði frá, at: “fótbóltsspælið er sera óhóskandi fyri kvinnur og eigur ikki at vera tilstuðlað.”

Bannið hevði við sær, at kvinnurnar sluppu ikki at spæla framman fyri størri fjøldum og fólkatekkið minkaði. Kvinnurnar hildu kortini fram við at spæla óalmennar dystir, men áhugin náddi ongantíð somu hæddir sum fyri bannið og Dick, Kerr Ladies FC varð upployst í 1965.

Les eisini...  Tað finst eitt hierarki millum tey heimleysu

FIEFF skipar EM fyri kvinnur

Í 1968 varð italska fótbóltssambandið fyri kvinnufótbólt stovnað og í kjalarvørrinum av væleydnaða enska HM-endaspælinum í 1966 stovnaðu hugagóðir kvinnuligir fótbóltsleikarar og stuðlar teirra eitt nýtt fótbóltssamband, nevnt Women’s Football Association, í 1969. Førandi fótbóltssambandið var kortini Fédération Internationale Européenne de Football Féminine (stytt FIEFF), sum í 1969 tók stig til EM fyri kvinnur. Fýra lond fingu innbjóðing: Italia, Frakland, Ongland og Danmark. Boldklubben Femina gjørdist danska umboðið, hóast felagið hevði tveir tjekkoslovakar við. Fyritøkan Martini & Rossi rindaði fyri uppihald og ferðakostnað við toki.

Femina í EM-finaluni

Italia vann á Fraklandi, meðan Femina vann 4-3 á Onglandi, hóast enski liðskiparin, Sue Lopez, skoraði hattrikk. Í finaluni vann Italia 3-1 á Boldklubben Femina.

Almenna umbering frá FA

Enska fótbóltssambandið viðurkendi kvinnuliga partin av ítróttinum í 1971 og gav í 2008 eina almenna umbering fyri bannið.