Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey HM-met sama dyst

Tann 28. juni 1994 vann Russland heili 6-1 á Cameroon í síðsta bólkadystinum undir HM, tá áleyparin Oleg Salenko setti HM-met við at skora av fimm av málunum.

Tann 28. juni 1994 vann Russland heili 6-1 á Cameroon í síðsta bólkadystinum undir HM, tá áleyparin, Oleg Salenko, setti HM-met við at skora av fimm av málunum.

Russland hevði ongan møguleika at sleppa víðari úr bólkaspælinum, tí liðið hevði tapt fyri bæði Brazil og Svøríki. Cameroon hevði fingið javnleik ímóti Svøríki og hevði framvegis møguleika at leggja seg á 2. plássið í bólkinum, men hevði brúk fyri einum sigri á Russlandi og at Svøríki samstundis tapti fyri Brazil í síðsta bólkadystinum. Russland gjørdi beinanvegin uppgávuna hjá teimum ótemjandi Leyvunum alsamt meira torføra, tá Salenko skoraði fyrsta málið í dystinum eftir eitt korter.

Cameroon var um reppið at svara aftur beinanvegin, tá François Omam-Biyik skrúðaði bóltin á yvirliggjaran, men vórðu endaliga tamdir, tá Russland tók eitt skjótt fríspark í 41. minutti, sum førdi til eina tríggir-ímóti-einum støðu, har Salenko skoraði annað málið. Tríggjar minuttir seinni fekk Russland tillutað eitt ivasamt brotsspark, tá ein russari tveitti seg í brotsteiginum og Salenko skoraði. Hann skoraði sostatt eitt hattrikk í fyrra hálvleiki.

Glottin hjá Cameroon var innskifti áleyparin, Roger Milla, sum kom á vøllin í 45. minutti og skoraði minuttin eftir. Milla var 42 ára gamal og er framvegis elsti málskjúttin í einum HM-endaspæli.

Oleg Salenko skoraði tvær ferðir aftur í seinna hálvleiki (72′, 75′) og átti eisini ein lut, tá Dmitri Radchenko skoraði í 81. minutti, sum fullfíggjaði ruddiliga ósigurin. Hóast tað var eitt framúrskarandi avrik frá Salenko, so var tað eisini seinasti landsdysturin av átta fyri russiska landsliðið, tí skaðar gjørdu enda á hansara fótbóltslívsleið stutt eftir.