Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málverji hjá Chelsea er seldur til Al Ahli

Édouard Mendy skiftir til Al Ahli fyri umleið 17 mió pund.

Leingi hevur tann 31 ára gamli Édouard Mendy verið ávegis til Al Ahli og í dag er hann kunngjørdur í felagnum. Chelsea hevur selt málverjan fyri umleið 17 mió pund.

Mendy hevur fingið ein trý ára sáttmála og fær eina ársløn svarandi til 81,7 mió danskar krónir. Alt eftir hvussu hann klárar seg, kann lønin økjast við 20,4 mió.

Édouard Mendy kom til Chelsea fyri trimum árum síðani úr franska Rennes.

Tey fyrstu tvey árini var Mendy valdur frammum Kepa Arrizabalaga, men seinasta kappingarár misti hann aftur plássið til Kepa.

Í alt leikti málverjin 105 dystir fyri Chelsea og helt málið reint í 49 dystum.