Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Obbekjær iðrar seg – Jákup Martin kann liva við 1-1 javnleikinum á Dungasandi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá báðum málunum, ið komu í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið 07 Vestur-HB 1-1 (1-1). Hoyr Jóhan taka samanum uppgerðini, ið framvegis er víðopin. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Daniel Obbekjær hjá 07 Vestur og við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen.

Daniel Obbekjær iðrar seg um, at 07 Vestur ikki aftur vann á HB hesaferð, serliga tá teir gjørdust 11 móti 10 tá 56 minuttir vóru farnir í samband við reyða kortið hjá Ára Mohr Jónssyni. Jákup Martin Joensen undirstrikar, at HB fór eftir sigrinum, men tá teir gjørdust 10 mans broyttust fyritreytirnar, og sæð í ljósinum av tí kann hann gott liva við javnleikinum til seinnu hálvfinaluna í Gundadali, sum verður leikt 27. september.