Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

James Maddison er seldur til Tottenham

Leicester hevur selt James Maddison til Tottenham fyri 40 mió pund.

Niðurflytarnir Leicester hava í kvøld selt tann 26 ára gamla James Maddison til Tottenham.

Prísurin er áljóðandi 40 mió pund, sambært Fabrizio Romano.

Sambært heimasíðuni hjá Tottenham, fær James Maddison ein fimm ára sáttmála.

Miðvallarin kom úr Norwich í 2018 og leikti 203 dystir fyri The Foxes. Hann skoraði 55 mál fyri felagið og hjálpti Leicester at vinna F.A Cup í 2021.