Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppflytarar hava fingið sín fyrsta styrk

Luton Town hevur skrivað sáttmála við Chiedozie Ogbene, sum kemur úr Rotherham United.

Chiedozie Ogbene hevur í kvøld skrivað undir við Luton Town, sum nýliga fluttu upp í Premier League.

Tann 26 ára gamli vongurin kemur úr Rotherham United, har hann tey seinastu fýra árini hevur leikt. Hesi árini leikti Ogbene 136 dystir og skoraði 14 mál.

Rotherham United endaðu seinasta kappingarár á einum 19. plássið í The Championship.

Ogbene hevur røtur úr Nigeria, men hevur valt at umboða Írland. Hann fekk sín fyrsta landsdyst tann 8. juni 2021 ímóti Ungarn. Í alt hevur hann leikt 15 landsdystir og skorað 4 mál.

Sáttmálin í Rotherham endar tann 30. juni og Ogbene kann tí frítt skifta til Luton Town. Longdin av sáttmálanum er ikki upplýstur.