Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brazil fyrstu ferð ovast á HM-trónuni

Tann 29. juni 1958 vann Brazil fyrsta HM-heitið, tá tað vann 5-2 á Svøríki.

Bæði liðini royndu at finna fótafestið eftir vónbrotið fýra ár frammanundan. Brazil endaði sum tveyari í 1950, men varð varpað úr úr kappingini í 1954 í fyrsta frásáldingardystinum, men Svøríki, sum endaði á 3. plássi í 1950 megnaði als ikki at spæla seg til HM 1954. Í 1958 vunnu bæði liðini sínar bólkar fyri síðani at vinna seg í finaluna. Brazil vann á 1-0 Wales og 5-2 á Fraklandi, meðan Svøríki vann 2-0 á Sovjetsamveldinum og 3-1 á Vesturtýsklandi.

51.800 áskoðarar møttu til finaluna, sum varð spæld á Råsunda leikvøllinum in Solna, meðan fleiri milliónir afturat sóu dystin í sjónvarpi. Svensku áskoðararnir kundu longu fegnast eftir fýra minuttir, tá svenski miðvallarleikarin, Nils Liedholm, legði vertirnar á odda. Bara fimm minuttir seinni breyt høgri vongurin hjá Brazil, Garrincha, ígjøgnum og sendi eitt innlegg innfyri, sum varð prikað inn av áleyparanum Vavá. Parið var aftur upp á spæl í 32. minutti við einum í roynd og veru líknandi málið, og so førdi Brazil 2-1 undan steðginum.

Í seinna hálvleiki helt Brazil á við sama stíli og økti til 4-1 við málum frá Pelé (55′) og Mário Zagallo (68′). Svenski áleyparin, Agne Simonsson, minkaði um munin í 80. minutti, áðrenn Pelé setti síðsta seymin í við einum skallara í 90. minutti.

Síðsta málið var eisini 6. málið hjá Pelé í kappingini og saman við Helmut Rahn úr Vesturtýsklandi endaði hann næstur á toppskjúttaralistanum. Hann var tá bert 17 ár og 249 dagar gamalur, sum framvegis er met fyri yngsta leikaran í einari HM-finalu. Hinvegin hevur Brazil vunnið fimm HM-heiti afturat í 1962, 1970, 1994 og 2002.