Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HM-steypið stolið

Steypið varð stolið á framsýning hjá brasilska fótbóltssambandinum.

Tann 20. desember 1983 stjólu ókendir tjóvar Jules Rimet-steypið frá høvuðssætinum hjá brasilska fótbóltssambandinum í Rio. Steypið er ongantíð komið afturíaftur.

Í 1946 varð upprunaliga HM-steypið navngivið Jules Rimet-steypið eftir fyrrverandi FIFA-forsetanum Jules Rimet, sum skipaði fyri fyrstu HM-kappingini. Steypið verður latið til vinnandi liðið, men bara tey londini, sum vinna trý HM sleppa at fáa steypið til ognar. Brazil var fyrsta liðið, sum megnaði tað, tá teir vunnu fyri 3. ferð í 1970 (1958 og 1962). Harumframt hevur Brazil vunnið í 1994 og 2002. Síðani tá hava bæði Italia (1934, 1938, 1982 og 2006), Týskland (1954, 1974, 1990 og 2014) og Argentina (1978, 1986 og 2022) somuleiðis megnað tað.

Steypið varð fyrstu ferð stolið í 1966 áðrenn HM-kappingina í Onglandi, men tað varð funnið undir einum havarunni av hundinum Pickles, hvørs eigari fekk eina finningarløn áljóðandi £6.000. Tá greiddi BBC frá, at brasilskir myndugleikar vildu vera við, at hatta kundi ongantíð verið hent í teirra landi, tí enntá brasilskir tjóvar elska fótbólt ov nógv til at kunna stjala steypið.

Systurfelagið hjá Kodak, Kodak Brasileira, bílegði eina eftirgerð fyri stolna steypið í 1983, sum fyritøkan síðani lat brasilska fótbóltssambandinum.