Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málmaður skorar hattrikk

Hevur málmaður nakrantíð skorað hattrikk og ber tað til í bestu deildini?

Í mars mánaða 1963 skeyt jugoslaviski málverjin, Ilija Pantelić, seg í fótbóltssøgubókina, tá hann skoraði trý mál upp á brotsspørk fyri FK Vojvodina, sum vann 3-0 á NK Trešnjevka. Málini fingu týdning, tí FK Vojvodina endaði eitt pláss og tvey stig oman fyri niðurflytingarstrikuna í bestu jugoslavisku deildini. Eitt tíðarskeið var Pantelić besti málverjin í Europa og hann spældi í EM-finaluni í 1968 ímóti Italia. Samanlagt skoraði hann 6 mál fyri FK Vojvodina, harímillum eitt ímóti Atlético de Madrid í Europa Cup kappingini fyri meistaralið í 1966-67. Seinni spældi hann nærum eitt áratíggju sum yrkisleikari í fronskum fótbólti fyri Olympique Marseille, Bastia og Paris Saint-Germain.

Paraguaynski landsliðsmálverjin, José Luis Chilavert, hevði eina heilt serstaka fótbóltslívsleið. Tríggjar ferðir varð hann eisini kosin heimsins besti málverji av IFFHS (1995, 1997 og 1998), hann var liðskipari á landsliðnum undir HM-endaspølunum í 1998 og 2002 og hann skoraði harafturat 8 landsliðsmál, sum eisini er heimsmet. Í 1998 varð hann valdur til besta liðið hjá FIFA eftir HM-endaspælið.

Hann er kortini einamest kendur fyri at vera annar – og higartil seinasti – málmaðurin, sum hevur skorað eitt hattrikk í yrkisfótbólti. 28. november 1999 skoraði hann nevniliga trý mál, øll upp á brotsspørk, tá argentinska felag hansara, Vélez Sársfield, vann 6-1 á Ferro Carril Oeste í bestu argentinsku deildini

José Luis Chilavert skifti til Vélez í 1991 og spældi í besta tíðarskeiðnum hjá felagnum, har hann var við til at vinna 4 heimligar sigrar og 5 altjóða steyp millum 1993 og 1998. Í sama tíðarskeiðnum vann hann eisini fleiri persónligar heiðrar, harímillum ársins argentinski leikari (1996) og besti suðuramerikanski leikari (1996).

Les eisini...  Tórshavnar kommuna latið fimm heiðurstekin aftrat

Umframt at vera ein framúrskarandi góður málmaður, so lá væl fyri hjá honum at taka deyðbóltsstøður og ofta var hann brotssparksskjútti á liðnum. Harumframt royndi hann seg ofta sum frísparksskjútti.

Samanlagt skoraði Chilavert 62 mál á fótbóltslívsleiðini fyri klubblið og landsliðið, sum eru skrásett av IFFHS umframt 5 mál afturat í bestu paraguayansku deildini.

Í 2000 skoraðu báðir málmenninir hjá Vélez Sársfield og River Plate, José Luis Chilavert og Roberto Bonano, tá liðini hittust í einum Copa Mercosur-dysti.

Hóast tað lá væl fyri hjá Chilavert, so er tað brasilski málmaðurin, Rogério Ceni, sum eigur heimsmetið við 131 málum – sum málmaður – men kortini onki hattrikk.