Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Giardia hjá hundum og kettum

Landsdjóralæknin hevur fingið fráboðan um, at seinastu tíðina hava verið óvanliga nógvir tilburðir av giardia hjá hundum og kettum í Føroyum

Giardia er ein lítil, einkyknaður sníkur, sum finst í gørnum hjá menniskjum og djórum og kann elva til leyst lív. Sníkurin er vanligur í øllum heiminum og er eisini at finna í Føroyum.

Tað skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu sínari.

Heimasíðan skrivar, at tað finnast fleiri sløg av giardia. Tey sløgini sum eru hjá hundi og kettu, kunnu smitta fólk, tó er tað heldur sjáldsamt. 

Fyri at tálma smittu við giardia millum hundar og kettur, so vil starvsstovan minna á týdningin av at hava umsjón við sínum djórum.

– So vítt gjørligt eigur at verða ansað eftir, at djórini ikki koma at skarni frá øðrum djórum, serliga í økjum, har útiløgukattur er. Harafturat er umráðandi at taka upp og burturbeina skarn eftir hundum og um møguligt, eisini kettum. Um hundurin ella kettan hevur leyst lív í fleiri dagar, verður rátt til at fara til djóralækna við djóri num, soleiðis at tað verður kannað og um neyðugt, sett í viðgerð. Sjúk djór skulu ikki koma í samband við onnur djór, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Av tí, at møguleiki er fyri, at giardia hjá hundum og kettum kann smitta fólk – og tí, at aðrar sjúkur, sum smitta millum djór og fólk eru í Føroyum, sum til dømis cryptosporidiur og campylobacter, vil starvsstovan minna á týdningin av reinføri, tá man fæst við djór. 

– Ein góður vani er ikki at lata hundar ella onnur djór sleikja andlit og hendur, og altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við djór, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu sínari.