Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 leygardagin: ÍF-B36 klokkan 13 og AB-07 Vestur klokkan 15.

Leygardagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 13 sigur Rúni á Reynatrøð frá dystinum millum ÍF og B36 í Fløtugerði í Fuglafirði, og klokkan 15 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum millum AB og 07 Vestur inni í Vika á Argjum. Jógvan Sólheim Heinesen verður viðmerkjari.