Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ellivu: Dómarar og pengar

Tað eru tvey ting, sum vit ikki sleppa undan tá vit tosa um fótbólt. Hóast fótbólturin hvørki snýr seg um dómarar ella pengar, so eru tað tveir lutir, ið hava avbera stóra ávirkan á spælið. Í hesi útgávuni av Ellivu verður hugt nærri at døming og fíggjarligu støðuni hjá feløgunum í Føroyum

Á forsíðuni verður sagt farvæl við ein av litríkastu dómarunum í føroyskari fótbóltssøgu. Petur Reinert er blivin 45 ára gamal og leygardagin takkar hann fyri seg, tá hann dømir dystin millum AB og 07 Vestur.

– Hjá mær er tað kropsligi parturin, sum bilar. Eg eri 45 ára gamal og tími ikki at liva tað lívið, sum skal til at halda fram í nøkur ár afturat. Eg havi givið mítt seinasta reyða kort, sigur Petur Reinert í samrøðu í blaðnum.

Ellivu hevur eisini hitt Nemus N. Djurhuus, Birgir Sondum og Eiler Rasmussen til eitt stuttligt prát við nógvum røvarasøgum. ”Nemus? So eri je í Mimir”? Hevur tú hoyrt hasa fyrr, so fært tú røttu útgávuna í blaðnum.

Sveinur Tróndarson hevur kavað niður í roknskapirnar hjá føroysku feløgunum. Fleiri teirra sigla vandasjógv. Niðurstøðan er, at føroyskur fótbóltur má kollveltast. Vit byrja kjakið í blaðnum, har formenn, forseti og grannskoðari siga sína meining.

– Úrslitini seinastu árini tala sítt týðiliga mál, og eftir mínum tykki verður tað í longdini til skaða fyri føroyskan fótbólt sum heild, at allir evropeisku pengarnir enda í somu kassum hvørt ár, sigur Finnbjørn Zachariasen, statsautoriseraður grannskoðari, sum eisini hevur verið fótbóltsspælari.

Tað verður eisini leitað 25 ár aftur í tíðina til 1998. Aftur til rokið í mjørkanum móti Kekkia og spyrja, hvar eru teir nú? Vit fara eisini við Emili L. Jacobsen til Estlands. ”Tapið í Tallinn” er søgan um ein ræðudyst við útvísing og stórtapi.

Hugt verður eisini nærri at útisetunum, VAR og U21-landsliðnum. Ungu spælararnir at hava eyguni við eru Teresa Jacobsen úr HB og Ari í Haraldsstovu Petersen úr 07 Vestur. Súni Fríði Johannesen hugleiðir um ein hendingaríkan túr til Eiðis í 1992 og Jákup Mikkelsen velur sínar bestu 11.