Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyvíkin fær egið valstað

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur góðkent umbøn frá Tórshavnar kommunu um at skipa Hoyvík sum egið valstað og at niðurleggja valstaðið úti í Hesti

Tórshavnar kommuna hevur sent Løgmálaráðnum umbøn um loyvi at skipa Hoyvík sum egið valstað. Tórshavnar kommuna greiðir frá, at hetta fer at minka um veljarafjøldina til valstaðið á Hálsi í Havn við umleið 25 prosentum.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur góðkent umbønina frá Tórshavnar kommunu um at skipa Hoyvík sum egið valstað. Eisini er greitt, at valstaðið úti í Hesti verður niðurlagt.

Hestur er í dag valstaður. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti. Tórshavnar kommuna hevur, á staðbundnum fundi við nevndina fyri Hest, avtalað at niðurleggja Hest sum valstað, soleiðis at fólkið í Hesti og Koltri frameftir velja í Tórshavn. Avtalað varð eisini, at Tórshavnar kommuna ístaðin bindir seg til at fara út í Hest tvær ferðir til brævatkvøðu. Fólk í Koltri søgdu seg heldur vilja atkvøða í Havn, tí tað er lættari enn at sigla út í Hest.

Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd. Indenrigs- og Sundhedsministeriet er kunnað um ætlaðu broytingina og hevur svarað, at tey eisini fara at gera somu broyting, soleiðis at valstøðini í báðum lógumum – lóg um val til Løgtingið og lov om folketingsvalg på Færøerne – verða tey somu.