Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli á Tórsfest 2023

Kian Rosenberg Larsson, við kunstnaranavninum Gilli, kemur til Havnar í summar at halda konsert á Tórsfest 2023

Gilli kemur á Tórsfest 2023.

Hesin sera vælumtókti danski rapparin var fyri fjórða árið á rað mest stroymdi kunstnarin í Danmark í 2022, ikki eingongd Ed Sheeran ella Taylor Swift vóru betri umtóktir enn Gilli og tað sigur ikki lítið.

Gilli vinnur javnan prísir fyri sín tónleik og hevur hann verið dominerandi til Danish Music Award. Hann er uttan iva tann best umtókti rapparin í Danmark og tykist hann at fevna um fleiri aldursbólkar.

Hann útgav tvær útgávur í 2022 – Carnival og Suave World og eru hesar sera væl umtóktar. Hann hevur sera sjálvdan konsertir, og tá hann hevur, eru tað langar bíðirøðir til at fáa fatur á atgongumerkjum. Í oktobur í fjør hevði hann eina konsert í Royal Arena, sum var so væl umtókt, at eftirspurningurin eftir honum er vorðin enn størri.

Tísskil er tað stórt, at Tórsfest hevur megnað at fáa hann til Havnar í 2023.