Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov nógv námsfrøðilig størv hava skeivan starvsbrøk

Formaðurin í Pedagogfelagnum heldur, at starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga økinum kanska er ein sjálvskaptur trupulleiki

Spurningurin er, sum starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga økinum ikki er ein sjálvskaptur trupulleiki.

Tað heldur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, nú almennir stovnar í juni og juli mánaði í størri mun enn áður søkja eftir starvsfólkum.

Formaðurin í Pedagogfelagnum vísir á, at felagsnevnarin fyri flestu námsfrøðiligu størvini er, at talan er um partíðarstørv, vanliga umleið 30 tímar um vikuna, ella ein starvsbrøkur á ¾.

Jógvan Philbrow vísir á, at tað, at arbeiðsgevarin kann liva við bert at seta fólk í størv til ein niðursettan starvsbrøk er ein gáta, nú starvsfólkatrot er nærum allastaðni, og samstundis verður tænastustøðið á stovnunum lækkað av tí sama.

Harumframt merkir hetta fyri einstaklingin, at lønin er 25 prosent minni enn um viðkomandi arbeiddi fulla tíð – eisini eftirlønin, sigur Jógvan Philbrow.

Jógvan Philbrow setir eisini spurnartekn við samanhangin í at brúka nógvan pening upp á at útbúgva fólk til økið fyri síðani ikki at brúka arbeiðsorkuna hjá teimum til fulnar.

-Tí arbeiðsgevarin megnar ikki at skipa ein gerandisdag ella arbeiðsdag á ein slíkan hátt, at fólk kunnu arbeiða fulla tíð, kanska tí arbeiðsumstøðurnar eru ov vánaligar, ella tí arbeiðsuppgávurnar verða lagdar soleiðis, at til ber ikki at hava fulltíðarstarv, og her eru faklig atlit ikki tikin, sigur JógvanPhilbrow, formaður í Pedagogfelagnum.