Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stríðsval um formanssessin í Pedagogfelagnum

Sanna á Løgmansbø, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, bjóðar sitandi formanni av

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 2. mars, har formansval verður á skránni.

Jógvan Philbrow, sum hevur verið formaður seinastu níggju árini, stillar uppaftur, men nú er greitt, at tað verður dystur um sessin. Sanna á Løgmansbø, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, bjóðar sitandi formanni av.

Sanna á Løgmansbø stillar eisini upp til formanssessin. Hon er leiðari á dagstovninum Birkilund í Tórshavn.

Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Føroya Pedagogfelag síðan 2015 og bjóðar seg fram aftur til eitt trý ára skeið.

Gravgangur er eisini eftir teimum trimum nevndarsessunum, sum standa fyri vali. Tað snýr seg um sessirnar hjá Anniku Østerø, Nikkil Heinesen og Haraldi Joensen. Annika Østerø hevur boðað frá, at hon ikki stillar uppaftur, men Nikkil Heinesen og Harald Joensen hava boðað frá uppstilling, og tað hava fýra onnur valevni eisini. Tey eru Beinta Klakstein, Dagnhild Magnussen Bertelsen, Katrin Helgadóttir og Sæbjørn Johannesen.

Tískil eru seks valevni til tríggjar nevndarsessir. Tey tvey fyrstvaldu valevnini verða vald fyri trý ár, og triðvalda valevnið fyri eitt ár. Hini verða tiltakslimir í raðfylgju samsvarandi atkvøðutalinum.

Val er eisini til tey trý ráðini í Pedagogfelagnum, Námsfrøðingaráðið, Leiðararáðið og Hjálparfólkaráðið. Her verður dystur um tøku sessirnar í Leiðararáðnum, men tað øvugta er galdandi fyri hini bæði ráðini, har ov fá valevni eru.

Turið Horn, Elisabeth Henriksen og Mirjam Johannesen standa fyri vali í Leiðararáðnum. Tær bjóða seg allar fram aftur, og Elin N. W. Tausen stillar eisini upp. Tískil eru fýra valevni til tríggjar sessir, sum allir eru fyri trý ár.

Les eisini...  Tvørligar sáttmálasamráðingar hjá Pedagogfelagnum

Tveir limir í Námsfrøðingaráðnum standa fyri vali, ein limur skal veljast fyri tvey ár og ein fyri eitt ár, men bara eitt valevni hevur boðið seg fram. Sigrun Ørvarodd stillar upp til Námsfrøðingaráðið.

Uppaftur lakari er áhugin at stilla upp til Hjálparfólkaráðið. Fýra av limunum standa fyri vali, tríggir fyri trý ár og ein fyri eitt ár, men onki hjálparfólk hevur boðað frá uppstilling.

Viðtøkubroytingar á aðalfundinum í fjør tryggja tó, at tað nú ber til at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á sjálvum aðalfundinum. Tað er galdandi fyri val til bæði felagsnevnd og ráð.

Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað nú eru ov fá valevni, á aðalfundinum.

Øll valini hjá Pedagogfelagnum eru talgild. Atkvøðugreiðslan byrjar 14. februar og endar á middegi 1. mars, dagin fyri aðalfundin.