Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Watson ætlar sær til Føroya

Nú er nøkur ár síðan, at hann seinast hevur verið her, men nú hevur Paul Watson ætlanir at koma aftur til Føroya at mótmæla grindadrápi við sínum nýggja felagsskapi

– Skipið John Paul Dejoria verður gjørt til reiðar at fara til tær donsku Føroyar at mótmæla barbariska sláturin av grindahvalum og springarum. Men skip eru dýr, og tí hava vit brúk fyri tínari hjálp.

Soleiðis skrivar Paul Watson á sínum Facebook-vanga, Captain Paul Watson, har hann heitir á fólk um stuðla sær og sínum fólkum við at skaffa 50.000 amerikanskar dollarar til eina herferð í Føroyum móti grindadrápi.

Í skrivandi stund hevur hann skaffað 8.440 amerikanskar dollarar til sína herferð til Føroya við sínum nýggja djóraverndarfelagsskapi, Captain Paul Watson Foundation, har hann hevur koyrt eina dronumynd av grindadrápinum í Vestmanna tann 14. juni.

Tveittur úr Sea Shepherd
Tað var í fjør summar, at Paul Watson varð tveittur úr altjóða Sea Shepherd-felagsskapinum, Sea Shepherd Global – ein felagsskapur, sum hann sjálvur var við til at stovna í 1977. Stutt eftir gjørdist hann tó heiðurslimur í Sea Shepherd Fraklandi, men stovnaði í september í fjør enn ein djóraverndarfelagskap, Captain Paul Watson Foundation.

Fyrsta herferðin hjá nýggja felagsskapinum skuldi vera at fara til Íslands nú seinast í juni at mótmæla íslendsku hvalaveiðuni eftir nebbafiski, og fekk eisini eitt skip til høldar til endamálið fyrr í ár, ið nevnist fyri John Paul Dejoria. Men beint undan fráferð kunngjørdi íslendska stjórnin, at hon fyribils útsetti loyvið at veiða eftir nebbafiski til tann 31. august í ár.

Eftir øllum at døma var Paul Watson og skipið á veg til Íslands, men nú, tá ið íslendska hvalaveiðan fyribils er útsett, hevur Paul Watson valt at venda sítt fokus á Føroyar og grindadráp.

Les eisini...  Sunda kommuna lækkar kommunuskattin

(Greinin heldur fram undir myndini)

“Nýggja” skipið hjá Paul Watson, John Paul Dejoria (Mynd: Pressumynd)

Hevur lógina ímóti sær
Aftaná famøsu uppíleggingina í Sandavági tann 12. august í 2015, tá skjóttgangandi rib bátur hjá Sea Shepherd sigldi inn í grindina, og royndi at forða fyri, at grindin endaði á sandinum, umframt mótmæli á sandinum, gjørdi Landsstýrið av, at seta fyriskipanir í verk, sum skulu forða fyri, at skip leggja upp í grindadráp, og at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landið.

Kunngerðin gevur Sjóvinnustýrinum heimild til at geva skipum forboð at koma inn í føroyskt sjóøki. Um forboð verður givið, fáa avvarðandi myndugleikar í flaggstatinum, har skipið er skrásett, fráboðan um forboðið. Landsstýrið fer eisini at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar og eftirlitið hert, so atgerðarfólk ikki av órøttum sleppa inn í landi.

Kunngerðin um sigling í sjóøkinum gevur Sjóvinnustýrinum heimild at geva skipi undir fremmandum flaggi forboð um at koma inn í innara sjóøkið, um mett verður, at skipið er til vanda fyri trygdina á sjónum, eitt nú í samband við grindarakstur. Eitt slíkt forboð fevnir somuleiðis um smærri bátar, ið eru knýttir at skipinum.

Eftir § 31 í løgtingslóg um trygd á sjónum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva almenn og ítøkilig boð, til tess at tryggja fría skipaferðslu og fyribyrgja óskili og vanda á sjónum.

Um neyðugt kann forboðið víðkast til at fevna um ytra sjóøkið. Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, og ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar.

Undantak frá forboðnum er, um skip í neyðstøðu koma inn í sjóøkið.

Les eisini...  A-landsliðið spælir móti Danmark í mars 2024

(Grundlinjan)