Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunda kommuna lækkar kommunuskattin

Til 1. viðgerð í gjár samtykti býráðið einmælt at lækka kommunuskattin við 0,55 prosentstigum – úr 21,5 prosent niður í 20,95 prosent

Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt fíggjarætlanina fyri 2024.

Til 1. viðgerð 30. okt. samtykti býráðið einmælt at lækka kommunuskattin við 0,55% stigum, úr 21,5% niður í 20,95%.

Somuleiðis samtykti býráðið íløgur fyri 46,6 mió.kr. Íløgurnar fevna víða um í kommununi. Størsta íløgan er til útstykkingar, har útstykking við 27 grundstykkjum á Oyrarbakka er farin í gongd, samstundis sum gongd er sett á afturtøka av grundstykkjum í allari kommununi.

Harnæst er raðfest:

  • Brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes
  • Økt viðlíkahald av kommunalum vegum
  • Vatnveiting í Hósvík
  • Spillvatnsskipan í Tjørnuvík og Saksun
  • Vetrarfriðing í Haldórsvík og Langasandi
  • Grøna orkuskiftið, upphiting og løðistøðir
  • Kirkjugarðar við Norðskála og í Hósvík
  • Skúlin á Langasandi
  • Trivnaðarøkið, stuðul til ítrótt og ljósseting
  • Vinnuøkið í Hvalvík, Ferðavinna og almenn WC
  • Umvæling av Mørkini í Streymnesi
  • Náttúrulundina við Streymin og viðarlundina í Hvalvík
  • Umframt annað viðlíkahaldsarbeiði á kommunalar bygningar og ítróttarøkið.

Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga, og skuldin í Sunda kommunu er í dag áleið fjórðings álíkning, og við íløgunum omanfyri verður roknað við, at skuldin verður knappliga hálva álíkning.

Kelda: Sunda kommuna