Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Pauli: Gott at sleppa í summarferiu við einum kærkomnum sigri

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jógvan Sólheim Heinesen siga frá málunum í dystinum AB-07 Vestur 2-0 (0-0). Hoyr eisini Jógvan taka samanum dystin. Jógvan staðfestir, at munurin gjørdist, at AB kendi sína vitjanartíð. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá AB, Jákup Paula Breckmann.

Jákup Pauli er sera fegin um, at AB sleppur í summarferiu við einum kærkomnum sigri. Tað var ein strika í rokningini, at AB ikki fekk stig móti TB við Stórá í undanfarna umfari, og tí var tað framúr at fáa trý stig í dag. AB er nú bert fýra stig frá triðaftasta plássinum, har B68 liggur við 11 stigum.

Mynd: Jógvan Sólheim Heinesen