Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Vit høvdu gott tamarhald á dystinum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá sigursmálinum Villiam Klein skoraði fyri B68 í 1-0 sigrinum á ÍF í kappingini um løgmanssteypið. Hoyr Jákup taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Jákup Martin Joensen hjá ÍF. Jákup heldur, at B68 hevði gott tamarhald á dystinum, og tað kemur væl við hjá B68 at vinna ein sigur. Jákup Martin er hóast 0-1 tapið væl nøgdur við hugburðin hjá ÍF-leikarunum í dystinum.

Myndir: Trygvi Absalonsen