Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Steven Gerrard er nýggjur venjari í Al-Ettifaq

Tann 43 ára gamli Steven Gerrard er í dag kunngjørdur sum venjari hjá Al-Ettifaq í Saudi Arabia.

Gerrard hevur verið uttan venjarastarv síðani 20. oktober 2022, tá ið Aston Villa endaði samstarvið við tí 43 ára gomlu Liverpool legenduna.

Hann skal nú royna seg í Saudi Arabia í felagnum Al-Ettifaq, sum endaði á einum sjeynda plássið hettar kappingarárið.

Felagið hevur ikki keypt tær stóru stjørnurnar enn, men tó eru nakrir leikarir at síggja úr Evropa og aðrastaðni í heiminum. Tann meira kendi leikarin um okkara leiðir er svenski landsliðsleikarin Robin Quaison, ið hevur leikt við felagnum síðani 2021.