Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lutakast um 46 grundstykki á Argjahamri

Tórshavnar kommuna fer nú at trekkja lutakast um grundstykki á Argjahamri

Nú ber til at tekna seg til alment lutakast um grundstykkini í nýggju útstykkingini á Argjahamri.

Hetta sigur Tórshavnar kommuna í dag.

Talan er um 46 grundstykki, ið verða stykkjað út sunnan fyri verandi útstykking á Argjahamri.

Liðugt planeraði grundstykkini verða um 400 fermetrar til støddar, og kostnaðurin er mettur at vera 630.000 krónur. Gongur sum ætlað, verður útstykkingin liðug í september 2024.

Seinasta freist at tekna seg til lutakastið er 20. august 2023 á midnátt.

Fleiri treytir eru fyri at vera við í lutakastinum. Tú skalt vera fyltur 18 ár, og tú og maki ella partnari tín mugu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, til dømis saman við øðrum ella umvegis partafelag, eiga sethús, tvíhús, raðhús ella grundstykki í Tórshavnar kommunu.

Tá freistin er farin, eftirkannar kommunan, at allar tilmeldingarnar lúka tær treytir, kommunan setir. Heldur kommunan, at onkur ikki lýkur treytirnar, fær viðkomandi boð um hetta, áðrenn lutakastið verður avgreitt, so møguleiki er at rætta møguligar misskiljingar.