Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Twitter fær nú ein rættan avbjóðara

Meta við Mark Zuckerberg á odda boðar nú frá, at felagið er til reiðar við einum avbjóðara til Twitter

Felagið Meta, sum eigur Facebook, er nú til reiðar við einum avbjóðara til Twitter.

Nýggja appan, sum hevur fingið heitið Threads (Træðrir, red.), er tøk til undanniðurtøku á appstore, og sum skilst verður appan knýtt til eina aðra appu hjá Meta, sum er instagram.

Skermsmyndir frá appuni vísa, at hon er rættiliga lík Twitter, og Meta umtalar Threads sum eina tekstgrundaða samrøðuappu.

Boðini um nýggju appuna koma samstundis sum at atfinningarnar móti Twitter undir stýrinum hjá Elon Musk vaksa í tali.

Síðan Elon Musk keypti Twitter, hava áhaldandi broytingar verið gjørdar við appuna. Ein nýggj funka, “for you”, varð løgd aftrat appuni, sum finnur tær uppskot til tweets heldur enn at vísa tær tweets hjá teimum, sum tú fylgir.

Funkan ger tað møguligt at blaða gjøgnum tweets í óendaligheit, men atfinningar hava verið um, at algoritman, ið nýtt verður at finna tweets til tín, er ikki nóg góð.

Brúkaraupplivilsið av “for you” funkuni tykist eisini at broytast í heilum.

Elon Musk hevur eisini luftað tankan um, at Twitter skal vera ein appa, ið tú rindar fyri, og í løtuni ber til at rinda fyri eitt Twitter Blue hald, ið hevur ávísar fyrimunir, so sum longri tweets.

Elon Musk hevur eisini boðað frá, at brúkaraflatan Tweetdeck frameftir verður ein tænasta, ið brúkarin skal rinda fyri.

Leygardagin setti Elon Musk eisini eina avmarking á, hvussu nógv tweets brúkarar kundu síggja um dagin. Markið varð sett á 600 tweets. Sambært Elon Musk var hetta fyri at forða fyri, at aðrar appur og onnur programm koyrdu gjøgnum Twitter fyri at fáa data at viðgera